Metabolisma
 

Leikmannafrágreiðing um granskingnarverkætlanina:

 

Heilivágsmetabolisma í føroyingum: Samanspælið millum farmakogenetiskar og umhvørvisligar faktorar

(Lægemiddelmetabolisme blandt færinger: Samspillet imellem farmakogenetiske og miljømæssige faktorer)

 

Endamál:

Kanningin fer at snúgva seg um førleikan hjá livrini at niðurbróta heilivág. Í livrini er ein bólkur av enzymum, ið kallast Cytochrom P 450, sum millum annað niðurbróta heiluvág. Tað eru 5 enzym í hesum bólki, ætlanin er at kanna.  Niðurbrótningarferðin av heilivági er av stórum týdningi fyri rættu dosis av heilivági, sum ein sjúklingur skal hava. Niðurbrótingarferðin er ikki tann sama hjá øllum føroyingum, og munur eru eisini millum ymisk fólkasløg. Teir sjúklingar, sum niðurbróta heilivág seint, kunnu fáa ov nógvan heilivág í blóðið og soleiðis fáa hjáárin. Hjá sjúklingum, sum niðurbróta heilivág skjótt, ber tað til at hugsa sær, at viðgerðin ikki munar, tí nøgdin av heilivágnum ongantíð gerst nóg høg.

 

Kanningin hevur tvey høvuðsendamál:

  1. at kanna hvussu stórar nøgdir føroyingar hava av hesum enzymum, hvussu virkin tey eru, og hvussu ofta vit finna tær kendu ílegurnar (gen) fyri hesi enzym á arvastreinginum
  2. at kanna um umhvørvisdálking við polykloreraðum biphenylum árvirkar virknið av enzymunum.

1. Viðvíkjandi enzymvirkni

Vit ynska at kanna virknið av enzymunum  CYP2C19, CYP2D6 og CYP1A2 við at máta, hvussu skjótt 3 ymisk evni verða niðurbrotin. Hetta verður gjørt við at máta metabolittarnar í landinum 4 og 12 tímar eftir inntøku.  Eisini vilja vit kanna títtleikan av genotypunum, sum vara av enzymbólkunum CYP2C19, CYP2D6 og CYP2C9. Hesar ílegur eru í dag kendar hjá fleiri fólkasløgum í ymiskum londum. Tað er væl hugsandi, at føroyingar víkja frá tí vanliga mynstrinum í okkara parti av heiminum, tí vit hava ligið avbyrgd so leingi.

 

Um tað vísir seg, at enzymsamansetingin hjá føroyingum brýtur stórliga frá tí, sum er í hinum norðanlondunum, kundi tað hugsast, at hetta fór at hava týdning fyri, hvussu nógvur heilivágur skal útskrivast (doserast) í Føroyum. Úrslitið kann falla til báðar síður, men kan eisini bert vísa tað sama sum hjá grannunum. Tað er av týdningi at merkja sær, at vit her ikki leita eftir sjúkufyribrigdum, men eftir variantum av tí normala.

 

2. Umhvørvisárin á P450 enzymskipanina

Hitt høvuðsendamálið við kanningini er at vísa á, um ein bólkur av dálkingarevnum, sum kallast polykloreraði bifenylir (PCB), hava ávirkan á enzymini CYP1A2 og CYP3A4, sum  eisini hava til uppgávu at  niðurbróta heilivág. Føroyingar munnu  hava millum heimsins størstu nøgdir av PCB í blóðinum, tí vit eta dálkaða sjófiti (serliga hval og fugl). Hetta ger, at føroyingar eru vælegnaðir til at kanna hetta sambandið. Bæði í djóraroyndum og frá in vitro kanningum vita vit, at fleiri av teimum 209 PCB congenunum kunnu inducera enzymið CYP1A2, men okkum vitandi hevur enn ongin kannað hetta árinið hjá menniskjum.

 

Arbeiðsháttur:

Vit velja 200 kvinnur og 200 menn tilvildarliga úr landsfólkayvirlitinum millum øll tey, sum eru millum 20 og 60 ár, og sum búgva í Streymoy, Eysturoy ella Vágum.  Øll, sum nýta heilivág dagliga, kunnu ikki luttaka, tí teirra enzymir eru møguliga serliga ávirkaði av hesum.  Fólkini skulu ikki vita seg vera ovurviðkvom fyri heilivági. Kanning skal íalt umfata 300 frískar konur og menn. Hesi fáa øll 3 tablettir eina ferð. Eina tablett, sum inniheldur 200 mg av koffein, tað er tað sama evnið, sum er í kaffi, te og  sjokuláta. Onnur  tablettin  inniheldur 100 mg av  sparteinsulfat, og tann triða inniheldur 100 mg mefenytoin . Mett verður, at hesi evni eru heilt vandaleys fyri menniskju.  Alt landið verður samlað í 12 tímar, eftir at tablettirnar eru tiknar. Hetta fyri at máta, hvussu stórur partur av tí tikna heilivágnum er niðurbrotin. Millum 3 og 4 tímar eftir at tablettirnar eru tiknar, skal ein stakroynd av landi takast. Onnur stakroyndin verður tikin av samlaðu landmongdini, sum er latin í teir 12 tímarnar. Hesar landroyndir verða frystar, og seinni kanna vit tær fyri teir metabolittarnar, sum siga nakað um niðurbrótingina av evnunum, sum vóru í tablettunum.

 

Ein blóðroynd verður tikin. Íalt 20 ml av blóði úr bláæðr í armi. Helvtin í gløs við EDTA, til tess at nýta til genotypuáseting, og hin helvtin verður sentrifugerað, og serum nýtt til PCB kanning. Genotypukanningin fer fram við kendari tøkni, og tað skal viðmerkjast, at ílegurnar fyri øll hesi enzym longu eru kendar. Vit kanna bert, hvussu ofta hesar ymisku ílegur finnast millum føroyingar. Við hesum er einki peningaligt áhugamál í hesum kanningum. PCB verður kannað gasskromatografiskt á starvstovu, sum hevur prógvað, at hon megnar at gera hesar kanningar. 

 

Siðsemi og trygd:

Kanningin er heilt vandaleys og gevur ikki annan ampa enn tann, sum stendst av blóðroyndini. Við kanningi fáa vit vitan um fólk, sum tey ikki vilja hava onnur at vita. Tí verða blóðroyndir og urinroyndir gjørdar navnleysar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, áðrenn tær verða sendar av landinum til kanningar. Hetta fer fram við einum eyðkennisnummari, sum bindur upplýsingar, sum hoyra til ávísan persón, saman við navni og bústaði hansara, soleiðis at tað ber til at senda fólki svar um kanningarúrslit teirra. Eftir at kanningarnar av blóði og landi eru framdar, verður tað, sum eftir er av landi og blóði, fyribeint.

 

Mett verður, at hendan granskingarætlan á allan hátt lúkar etisku krøvini í Helsinki yvirlýsingini. Tá upplýsingar um fólk koma á DfAA, verður boðað Dátaeftirlitnum frá skránni.

 

Granskingarætlanin er komin í lag, við at tvær føroyskar farmaceutlesandi leitaðu sær ráð á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu um møguligt projektarbeiði til serritið, sum skal latast úr hondum til tess at gerast cand. pharm. á Danmarks Farmaceutiske Højskole. Eftir samrøðu við Kim Brøsner, professara á Farmakologisku Deild á Syddansk Universitet, varð avgjørt at seta saman eina granskingarætlan sum eitt samstarv millum stovnar í Føroyum og Danmark:

 

Fyri Sjúkrahúsverk Føroya:   Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

 

Fyri Syddansk Universitet:   Klinisk Farmakologi á Institut for Sundhedstjenesteforskning

                                      Miljømedicin á Institut for Sundhedstjenesteforskning

                                      Afdeling KKA, Molkylærgenetik

 

Omanfyri nevndu stovnar søktu um stuðul frá Apotekerfondet í Danmark og hava fingið kr. 500.000 játtaðar.