Heilsan hjá langafarafiskimonnum

 

Leikmannafrágreiðing um granskingnarverkætlanina:

Heilsan hjá langafarafiskimonnum

Sambært eitt bókmentayvirlit yvir hvussu arbeiðsumhvørvið umborð á skipi ávirkar fólk, er tað ikki greitt, um sjófólk hava oftari hjarta/æðrasjúkur enn aðrar starvsgreinir á landi. Millum fiskimenn er tó ivaleyst talan um eina stóra sonevnda healthy worker effekt, sum merkir, at teir, sum ikki klára at verða í vinnuni, fara í land rættiliga ungir. (Weihe P. Kap 8: Søens folk – Arbejdsmiljøets helbredspåvirkning. Jepsen JR og Christiansen JM (Red). Søfarts- og fiskerimedicin. Sydjysk Universitetsforlag 1988: 123-41)

Arbeiðsumhvørvið hjá fiskimonnum er ógvuliga ymiskt. Spennir frá smáum bátum undir Føroyum til verksmiðjutrolarar á fjarleiðum. Serliga á teimum stóru fiskiførunum er likamsarbeiðið minkandi vegna mekanisering og automatisering. Á hesum førum eru matnáðir til góðan og ríkiligan kost. Hinvegin er tað sannlíkt, at í hvussu so er partar av manningini eru strongdar. Tí kann tað samanumtikið væl hugsast, at fólk í hesi vinnu eru fyri meira negativum árinum á hjarta/æðralagið enn onnur.

Anna Maria Simonsen, sjúkrasystir, gjørdi í 2000-2001 eina spurnakanning, har 29 trolaramenn svaraðu spurningum viðvíkjandi lívsvanum, so sum royking, likamsvenjing og arbeiðstíðum. Hennara niðurstøður vóru; at hesir menn fingu ov lítla likamsvenjing; at teir royktu illa; at teir fingu ov nógvan og skeivt samansettan kost; at teir høvdu nógvar arbeiðstímar og skiftandi arbeiðstíðir; at saknur og longsul vóru týðandi í teirra frágreiðingum. Eisini vísti kanningin, at manningin var ung, t.e. at bert fáir eldri menn vóru umborð.

Sambært upplýsingum frá Fiskimannafelagnum eru í oktobur 2003 114 mans við rækjubátum og 168 við flaka- og saltfiskatrolarum. Harumframt koma teir, sum nú eru í landi, tí vanligt er at leggja túrar upp ímillum. Flaka- og saltfiskatrolararnir gera vanliga túrar, sum vara upp í tríggjar mánaðir í Barentshavinum.

Endamálið við hesi kanning er at gera eina lýsing av heilsustøðuni hjá langfarafiskimonnum og teirra lívsstíli. Um so er, at henda kanning váttar forkanningarúrslitini hjá Onnu Mariu Simonsen, er ætlanin eisini at gera eina roynd at broyta negativa lívsstílin. Tað merkir, skeiðvirksemi til tess at minka um roykingina, økja um likamsvirkni og skipa so fyri, at orkan í matinum samsvarar orkunýtsluni umborð. Granskingarætlanin er løgd soleiðis til rættis, at tað skal bera til tvær ferðir at meta um heilsustøðuna hjá millum 100 og 150 monnum áðrenn og aftaná langafaratúr. Harumframt skal tað verða møguligt at samanbera heilsustøðuna áðrenn og eftir møguliga interventión.

Framferðarháttur:

Kanningin er í trimum pørtum:

Fyrsti partur fatar um eina kanning av heilsustøðuni, áðrenn farið verður nýggjan túr á fjarleiðum, og so beint eftir at túrurin er av.

Vit hava í heyst greitt teimum ymisku fakfeløgunum, sum vara av teimum sjófarandi, frá ætlaðu verkætlanini. Eisini hava vit kunnað reiðaríini, og tey hava sýnt okkum ta vælvild at vilja siga okkum frá, hvørjir menn teir rokna við fara avstað eftir jól. Vit fara frá teimum at fáa navn, bústað, føðingardag og telefonnummar.

Væntandi kunnu millum 100 og 150 mans luttaka í hesari kanning, har tíðin umborð verður uml. tríggjar mánaðir. Eftir ætlan skulu allir menn, sum ætla sær túr beint eftir nýggjár, fáa tilboð um vitjan av sjúkrasystir til tess at greina vinnusøguna og heilsustøðuna, taka blóðroyndir, máta likamshædd, vekt og blóðtrýst. Blóðroyndir verða tiknar til kanningar fyri HbA1C, glukosu, TSH, CRP, bilirubin, livraenzym og fitievni. Eisini verður spýtt og land goymt til cortisolanalysu. Á túrinum máta vit blóðtrýst og taka spýtt- og landroyndir 3 ferðir. Innan eina viku eftir at maðurin er afturkomin av túri, verður hann aftur spurdur um heilsustøðu, lívsstíl og arbeiðsumhvørvi umborð. Harumframt verða blóðroyndir, landroyndir og spýttroyndir tiknar av nýggjum, eins og hædd, vekt og blóðtrýst verða máld av nýggjum.

Um nakað blóð/urin/ saliva er eftir, tá ein útlendsk/føroysk starvsstova hevur gjørt kanningarnar, verður tað, sum eftir er, fyribeint ella sent aftur til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í varðveitslu.

Tá alt hetta tilfarið fyriliggur, verður tikið samanum til tess at meta um hvørt úrslitini í pilotkanningini hjá Onnu Mariu Simonsen vóru á rættari leið. Um so er, verður farið til annan part av kanningini, sum er interventiónin.

Annar partur, sum er interventiónin, skal fata um fylgjandi átøk:

  1. allir kokkar, sum skulu matgera umborð á hesum trolarum í aðru helvt í 2004, verða bjóðaðir á skeið um heilsugóðan mat, sum ber til at gera umborð á skipi.
  2. yvirmenninir verða bjóðaðir á skeið um arbeiðsumhvørvi og heilsu
  3. restin av manningini verða eisini bjóðaðir á skeið til tess at økja um medvit, lívsstíl og heilsu. Undirvíst verður í:
      • a. vanlukkufyribyrging
      • b. kosti og heilsu
      • c. royking
      • d. strongd (skiftandi arbeiðstíðum, sakni, rulli, vibratiónum, gangi, óveðri v.m.)
      • e. møguleikum fyri likamsvenjingum umborð

Triðji partur eru endurtiknar heilsukanningar. Eftir 1. januar 2005 verða kanningar og blóðroyndir aftur framdar av øllum manningum, sum fara til langfarafiskiskap, bæði áðrenn og aftaná túr. Væntandi fer ein stórur partur av teimum monnum, sum fara í Barentshavið eftir jól í ár eisini sama túr um eitt ár. Við hesum ber til at samanbera kanningarúrslitini hjá hvørjum manni sær, bæði áðrenn og aftaná túr, men eisini áðrenn og aftaná interventión.

Fyri teir menn, sum bert eru við annan túrin, skulu vit brúka teirra úrslit at styrkja um grundarlagið fyri niðurstøðuni um árinið av einkulttúri. Eisini eru teir við til at økja um statistisku styrkina, tá vit skulu meta um árinið av interventiónini. Tað væntaði talið av luttakarum, 150, er tað mesta vit kunnu fáa, um vit skulu halda okkum til henda veiðihættin og harvið hetta serliga arbeiðsumhvørvið. Vit meta tó, at 150 er nóg mikið hagfrøðiliga at gera haldgóðar niðurstøður viðvíkjandi munandi broytingum í blóðtrýsti, vekt og blóðlipidum.

Úrslitini av kanningunum í fyrsta og triðja parti verða samanborin til tess at meta um, hvørt heilsustøða og lívsvanar ávirkast á langafaratúrum og til tess at meta um interventiónsúrslitini. Verkætlanin endar við eini frágreiðing og tilmæli um, hvussu heilsurøkt kann fremjast ímillum langfarafiskimenn.