Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
 

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er deild innan sjúkrahúsverkið. Arbeiðsuppgávurnar hjá deildini eru at kanna einstaklingar fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum, at meta um arbeiðsførleika, serliga í samband við fyritíðarpensjón, endurbúgving og yrkisráðgeving, at ráðgeva Arbeiðseftirlitinum og Skipasýninum í arbeiðsmedisinskum spurningum, at skipa fyri sjúkufyribyrgjandi arbeiði og at fremja granskingarvirksemi innan arbeiðs- og almannaheilsu.

Síðan deildin varð sett á stovn í 1988, hevur verið skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi innan bæði  arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu.  Hetta virksemi, sum  hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í  Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi frá almennum og privatum grunnum í USA, ES og Danmark.  Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá stívliga 2000 føroyskum børnum, serliga miðnervalag og immunverju teirra.

Á deildini starvast í løtuni 7 fólk, harav nøkur teirra starvast í teimum ymisku granskingarverkætlaninum, ið eru á deildini.