Ráðstevnur og fyrilestrar
 
Nordisk rusmiddelkonference.Nordisk rusmiddelkonferenceFólkaheilsuráðið er í hesum døgum vertur fyri Nordisk Rusmiddelkonferene. Hette eru serfrøðingar úr hinum norðanlondum, sum árliga hittast at tosa um rúsevnastøðuna í londunum. Serfrøðingarnar eru frá heilsumyndugleikum og fólkaheilsustovnum í ymsu londunum. Umboð fyri Bláakross, Heilbrigdið og Rúsdrekkasølu Landsins í Føroyum eru boðin við á fundin.

Mikudag verður rúsdrekka viðgjørt, hósdag narkotika og fríggjadagin rúsdrekkalýsingar. Viðheft skráin fyri fundin.
Faroese research on health and the environment Symposium on multidisciplinary and international Pers.Faroese research on health and the environment Symposium on multidisciplinary and international PersÍ samband við at leiðarin á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Pál Weihe, yvirlækni, fyllir seksti, skipar Fróðskaparfelagið fyri almennum fundi í Norðurlandahúsinum

sunnudagin 30. august, kl. 14:00 – 18:00

Fundurin verður á enskum og hevur heitið: Faroese research on health and the environment - Symposium on multidisciplinary and international perspectives. Fyrilestrahaldarar koma úr USA, Japan, Svøríki, Danmark og Føroyum.
Arbeiðsmedisinsk ráðstevna um heilsutrupulleikar í fiskivinnuni og fiskiídnaðinum á landi.Arbeiðsmedisinsk ráðstevna um heilsutrupulleikar í fiskivinnuni og fiskiídnaðinum á landiRáðstevna hildin á Landssjúkrahúsinum í Tórshavn 30. apríl 2004.
Fyrrapartin vóru fyrilestrar um trygd og arbeiðsumhvørvi í fiskivinnuni, meðan seinnapartin snúði ráðstevnan seg um heilsutrupulleikar innan fiskivinnuna.