Kostur, umhvørvi og fruktbæri
 

Leikmannafrágreiðing um granskingnarverkætlanina:

 

Kostur, umhvørvi og fruktbæri

(Diet, Environment and Fertility)

(Three Generation Human Study of Reproductive Effects of Marine Food Contaminants)

 

Endamál

At kanna fruktbærið (t.e. nøringarførleikan ella gróðrarmagnið) og sáðgóðskuna í Føroyum og at samanlíkna fruktbærið við viðurskiftini í øðrum evropeiskum londum. Haraftrat at kanna um sjóføði hevur ávirkan á fruktbærið, sáðgóðskuna og kyns-ratio vegna innihaldið av dálkandi evnum, so sum PCB og kviksilvuri.

 

Bakgrund

Okkurt bendir á, at fruktbærið og sáðgóðskan í Vesturheiminum er fallandi, og í dag verða 1 av 20 børnum í Danmark borin í heim eftir okkurt slag av ísáðing (1). Samstundis hava fleiri kanningar ávíst, at sáðgóðskan er fallandi (2-5). Onnur hava tó ikki verið før at ávísa hetta fallið, og tað eru eisini stórir munir millum lond í sáðgóðskuni. Tær flestu kanningar eru tó gjørdar av infertilum monnum ella sáðdonorum, og at tulka sáðgóskuna hjá monnum sum heild í einum landi út frá hesum bólkum, er torført (3). Tí eru kanningar settar í verk millum vanligar menn frá ymiskum evropeiskum londum og USA. Í hesum kanningum verður sáðgóðskan hjá monnum, hvørs konur eru við barn, samanborin. Millum hesar menn var sáðgóðskan betur hjá finskum enn hjá donskum, enskum og fronskum monnum og somuleiðis betur í amerikanskum stórbýum enn í bygdunum (6-8). Sáðgóðskan hjá ungum herskyldigum í Skandinaviu og Baltalondunum er eisini  samanborin. Tað vísti seg at vera ein eystur-vestur munur í sáðgóðskuni, soleiðis at menn frá Baltalondunum og Finnlandi høvdu eina betri sáðgóðsku enn menn úr Noreg, Svøríki og Danmark (9).

 

Tað áhugaverda í hesari minking av sáðgóðskuni er, at hon hongur saman við viðfødd brek í mannligu kynslutunum og við krabbamein í steinunum; fyribrigdi, sum bæði eru vaksandi. Eisini er sagt frá, at títtleikin av krabbameini í steinunum er størri vestanfyri enn eystanfyri í Norðanlondum. (10), og títtleikin av tilburðum, har steinarnir ikki eru komnir niður hjá smádreingjum, eru 4 størri í Danmark enn í Finnlandi (11-12). Við tað at fyribrigdini vánalig sáðgóðska, ikki niðurkomnir steinar, vanskaptir kynslutir og krabbamein í steinum soleiðis eru tengd, hava granskarar skotið upp, at talan í veruleikanum er um somu grundsjúku, tað, sum teir rópa TDS, t.e. testicular dysgenesis syndrome (13).

 

Tað eru eisini fleiri kanningar, ið benda á, at lutfallið millum talið av føddum dreingja- og gentubørnum – kynsratio – er fallandi, soleiðis at tað verða færri dreingjabørn borin í heim í summum vestanlondum. Orsøkin til broytingar í mannligu nøringarlagnum er ókend, men tað hevur verið frammi, at útsetilsi fyri hormonbroytandi evnum í móðurlívinum kann vera ein viðvirkandi orsøk (14).

 

Evnabólkurin, sum vit rópa POP, ella Persistent Organic Pollutants, t.e. lívrunnin evni, sum niðurbrótast spakuliga í náttúruni, hava verið nýtt víða hvar í samfelagnum. Eitt nú til transformarar, skeri- og smyrjioljur, plastikk, litir og útílatingarevni til máling. Tey hópast upp í umhvørvinum og miðsavnast í føðiketuni. Hesi evni hava í fleiri kanningum víst seg at vera hormon avlagandi, og at hava bæði anti-østrogenar og anti-androgenar ávirkanir. Kanningar hava ávíst høg virði av hesum evnum í blóðinum samstundis sum at sáðgóðskan var vánalig, og at hesi fólk fingu lutfalsliga færri dreingjabørn.

 

Føroyar eru í hesum sambandi ógvuliga áhugaverdar, tí fólk etur grind og spik, sum inniheldur rættiliga nógv av POP, serliga í spikinum (15). Fruktbærið, lutfallið millum nýfødd dreingja- og gentubørn, og sáðgóðskan hjá føroyingum er ongantíð kannað áður. Tí ætla vit at kanna fruktbærið við at kanna, hvussu langa tíð tað hevur tikið at gerast við barn. Eisini verður makin hjá kvinnuni, sum er við barn, og móðir hennara og hansara boðin at luttaka. Blóð- og landroyndir verða tiknar av øllum luttakarum til tess at kanna innihaldið av POP. Makin hjá kvinnuni, sum er við barn, verður boðin at lata eina sáðroynd og at luttaka í eini likamskanning, sum eisini inniber eina ultraljóðkanning av steinunum. Tað fer síðani at bera til at samanbera fruktbærið, bíðitíð og sáðgóðskuna hjá teimum við lágum og høgum POP-innihaldi.

 

Haraftrat fara vit at bjóða 500 ungum monnum millum 20-25 ár at luttaka í einari kanning av sáðgóðskuni, landinum og av POP-innihaldinum í blóðinum. Við hesum ber til at samanbera henda bólk við omanfyri nevndu pør, har kvinnan er vorðin við barn.

 

Kanningin umfatar sostatt:

  • Øll pør við barn í einum álmanakkaári (Spurnablaðkanning, blóðroynd við kanning av POP-innihaldi, urinkanning og harumframt sáðroynd av makanum og likamskanning av honum)
  • Møðurnar at øllum pørunum, bæði hjá kvinnuni og makanum (spurnablaðkanning, blóðroynd til kanning av POP-innihaldi)
  • 500 menn 20-25 ár, við føroyskari móðir, búsitandi í Føroyum (spurnablaðkanning, blóðroynd til kanning av POP, urinroynd, kanning av sáðgóðskuni og likamskanning)
  • Møðurnar at hesum monnum (spurnablaðkanning, blóðroynd við kanning av POP-innihaldi)

Tað fer síðani at bera til at samanbera fruktbærið, bíðitíð og sáðgóðsku hjá teimum við lágum og høgum POP-innihaldi. Eisini fer at bera til at samanbera teir 500 menninar við pørini, har kvinnan er vorðin við barn.

 

Tilfar og kanningarhættir

Í einum 12 mðr. skeiði verða allar kvinnur, sum koma til fyrstu ljósmóðirkanningina, bodnar at luttaka. Tá fáa tær útflýggjað eitt kunningarskriv um granskingarætlanina, og tær verða spurdar, um granskingarbólkurin kann seta seg í samband við tær. Um tær ynskja at vera við í kanningini, verður heitt á tær  um at tosa við makan og møguliga møður teirra um verkætlanina.

 

Um tann gravida og maki hennara vilja luttaka, skulu tey svara einum spurnablað og lata okkum eina land- og blóðroynd. Makin verður samstundis boðin at luttaka í einari sáðgóðskukanning. Hann skal lata eina sáðroynd, og ein læknakanning verður gjørd av honum á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Likamskanningin umfatar ultraljóðkanning av steinunum. Hann er tó vælkomin at luttaka í kanningini uttan at geva sáðroynd ella verða læknakannaður. Við tað at sáðkanningin kann hava við sær, at maður fær vitan um seg sjálvan, sum kemur honum illa við, fær hann eina serliga kunning um hetta, tá hann kemur til kanningar. Sáðroyndin verður ikki tikin fyrr enn nakrar dagar eftir, henda munnliga kunning er givin.

 

Tey komandi foreldrini verða spurd um loyvi til, at vit seta okkum í samband við møður teirra. Møðurnar fáa síðani eitt kunningarskriv, har tær verða spurdar, um tær vilja luttaka, og um tær játta, verða tær bidnar um at svara einum spurnablað og møguliga eisini at fáa tikið eina blóðroynd.

 

Síðani fáa allir menn millum 20-25 ár, búsitandi í Føroyum við føroyskari móðir, sendandi skrivligt tilfar um eina sáðgóðskukanning. Teir skulu eisini svara einum spurnablað og lata eina blóð- og landroynd. Maðurin verður eisini boðin at luttaka í likamskanning, íroknað ultraljóðkanning av steinunum.  Spurt verður um nøringarsøguna, lívsstíl, kost og heilsu. Blóðroyndirnar verða kannaðar fyri POP og kviksilvur og landroyndirnar fyri ptalatir. Í sáðroyndini verða taldar: Sáðkyknur, talið av rørslutálmaðum sáðkyknum og talið av ónormalum kyknum. Við tað at sáðkanningin kann hava við sær, at maður fær vitan um seg sjálvan, sum kemur honum illa við, fær hann eina serliga kunning um hetta, tá hann kemur til kanningar. Sáðroyndin verður ikki tikin fyrr enn nakrar dagar efti,r henda munliga kunning er givin.

 

Siðsemilig atlit

Vit eru vitandi um, at vit savna upplýsingar um ógvuliga viðkvom evni, og at innbjóðing at lata sáðroynd kann fáa nøkur pør/menn at siga nei til at luttaka. Royndir frá øðrum evropeiskum londum hava tó verið góðar. Luttakaraprosentið í spurnakanningunum er umleið 80 og  luttakaraprosentið í sáðroyndarkanningum tó væl lægri, men um bert 20-40% luttaka, kunnu tær gjøgnumførast. Um so er, at nakrar sjúkur í landræsunum ella aðrar sjúkur í nøringargøgnunum verða ávístar, verða teir vístir til serlækna. Øll fáa í boðið at siga ja ella nei til, um úrslitini av blóð, land og sáðkanningum skal sendast teimum. Og eisini um tilfar, sum er eftir tá kanningarnar eru av, skal fyribeinast.

 

Søkt verður um loyvi frá Dátueftirlitinum at gjøgnumføra allar kanningarbólkarnar. Allar royndir, spurnabløð og kanningarbløð verður merkt við einum eyðkennisnummari, og øll svarini uppá royndirnar verða givin við hesum nummari. Upplýsingar um samband millum eyðkennisnummur og persónligar upplýsingar verða varðveittar undir lási, har bert ávís starvsfólk á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur atgongd. Tá úrslitini verða almannakunngjørd, verður ikki gjørligt at eyðmerkja einkultpersónar.