Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá føroyingum í áttatiárunum kannast
Føroyska samfelagið er farið niður í ferð og tilmæli um ikki at samlast í bólkum og sosial avbyrging eru tiltøk, hvørs endamál er at verja tey veiku og okkara eldru borgarar móti COVID-19, sum herjar um allan heim í hesum døgum. Hevur hetta eydnast, og hvørji árin hava tiltøkini á heilsustøðuna hjá okkara eldru borgarum?
Hetta eru spurningar, sum kanningin «Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum» fer at viðgera. Luttakarar í verkætlanini eru føroyingar í áttatiárunum, sum á leið fyri einum ári síðani luttóku í kanning um teirra heilsustøðu. Tískil er hetta ein sera góður møguleiki at samanbera heilsustøðuna hjá teimum eldru í dag við heilsustøðuna hjá somu persónum fyri einum góðum ári síðani.
Endamálið er í fyrsta lagi at kanna sálarheilsuna (m.a. nøgdsemi við lívið, lívsgóðskuna, tunglyndi og sjálvsuppfatan av heilsu) hjá hesum bólki av føroyingum í áttatiárunum, nú COVID-19 herjar, og samanbera úrslitið við støðuna fyri á leið einum ári síðani.
Í øðrum lagi er endamálið at kanna títtleikan av COVID-19 hjá hesum bólki, og samanbera úrslitið (positiv/negativ) við kropsligu heilsustøðuna, sum hon var fyri einum ári síðani hjá somu fólkum. Kanningin fer at geva vitan um, í hvussu stóran mun tey eldru eru rakt av COVID-19, og hvørji árin alheimsfarsóttin hevur á teirra heilsustøðu.
Verkætlanarleiðari er Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og er kanningin ískoyti til PhD verkætlanina ««Heilsustøðan hjá sjeyti- og áttati ára gomlum føroyingum úr einum objektivum og subjektivum sjónarhorni», sum Eina H. Eliasen er í gongd við í løtuni.
Ískoytiskanningin er stuðlað við 135.438 kr av serliga COVID-19 átakinum hjá Granskingarráðnum.