top of page
Pipetting Samples
Kanning av andevnum millum tey, sum vórðu viðmæld at fara í sóttarhald

Á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava vit nú í góðar 3 vikur verið í gongd við at innsavnað blóðroyndir frá persónum, sum hava verið í sóttarhaldi, tí tey høvdu verið í samband við ein, sum hevði fingið koronasmittu.

 Landslæknin sendi áheitan út til øll um at seta seg í samband við okkum, um tey ynsktu at luttaka, og higartil hava yvir 600 persónar verið og latið eina blóðroynd. Kanningarnar ganga fyri seg á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og eru enn í gongd. Luttakararnir fáa svar, so hvørt kanningarúrslitini eru klár.

 

Nú eru vit um at verða liðug, men er tað onkur, sum hevur fingið bræv frá Landslæknanum og ikki hevur vent sær til okkara her á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, hóast tey ynskja at luttaka, er tað ikki ov seint enn. Vit halda fram í øllum førum næstu viku við.

 

Vit eru áhugað í at so nógv sum møguligt av teimum, sum Landslæknin mælti til at fara í sóttarhald, lata seg kanna fyri, um tey hava havt korona-smittuna. Hetta gera vit fyri at lýsa nærri, hvussu hetta nýggja virusið í grundini smittar. 

 

Tað, sum luttakararnir fáa burtur úr tí, er vitan um, hvørt tey hava verið smittað ella ei.

 

Ein samlað kunning verður almannakunngjørd, tá allar royndir eru analyseraðar.

bottom of page