top of page
Samples
Onnur kanning av skuggatalinum av korona fer í gongd

Í hesum døgum fara 1500 tilvildarligir føroyingar í øllum aldri at fáa bræv frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har tey verða spurd, um tey vilja luttaka í kanning av skuggatalinum av korona í Føroyum, t.v.s. eini meting av tí sanna talinum av føroyingum, sum hava havt korona.

 

Nógv fólk eru kannað fyri korona í Føroyum og almenna talið, ið vísir, hvussu nógv hava verið smittað, er møguliga rætta talið av smittaðum í Føroyum í dag. Vit hava tó  illgruna um, at tað eru fólk í samfelagnum, sum hava verið smittað, men sum ikki eru vorðin kannað. Tey vita sostatt ikki av, at tey hava havt sjúkuna. Men tað kunnu vit kanna í eini blóðroynd.

 

Endamálið við hesi verkætlan er sostatt at kanna, hvussu nógvir føroyingar í veruleikanum hava havt korona, t.v.s. skuggatølini. Hetta ætla vit at gera við at kanna tilvildarligar føroyingar fyri andevnir í blóðinum móti koronavirus. Vit gjørdu eina líknandi kanning í apríl í ár, har 1075 føroyingar í øllum aldri luttóku, svarandi til 72% av teimum, sum fingu innbjóðingarbræv. Úrslitini vístu, at seks av luttakarunum høvdu andevni móti koronavirus í blóðinum, og fimm teirra høvdu havt korona uttan at vita tað.

 

Innsavnan av blóðroyndum fer í høvuðsheitum at ganga fyri seg í viku 48 (uml. frá 21. til 30. november).  Vit fara runt alt landið at taka blóðroyndirnar, so hetta kann gerast í nærumhvørvinum hjá luttakarunum ella heima hjá teimum. Luttøkan umfatar eina blóðroynd og at svara heilt fáum spurningum.

 

Tað er av týdningi, at innsavnanin verður gjørd innanfyri so stutt tíðarbil sum gjørligt, og tí vilja vit heita á tey, sum hava fingið bræv um at siga okkum frá, um tey ynskja at luttaka. Tað kann gerast við at ringja á tlf. 211599 ella senda teldupost til dfaa@health.fo. Frætta vit ikki innan nakrar dagar, fara vit at ringja til teirra.

 

Kanningin er samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Landssjúkrahúsið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Fróðskaparsetur Føroya og Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Pál Weihe er kliniskur ábyrgdarhavi og hevur saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara, tikið stig til hesa kanning. Verkætlanin er fíggjað av felagnum Nótaskip.

bottom of page