top of page
Tilboð til føroyingar

Nú ber til at kanna hvussu nógv kviksilvur er í kroppinum, heilt ókeypis. Kanningina bjóðar Deildin fyri Arbeiðs og Almannaheilsu. Endamálið er, at hvør føroyingur fær møguleika at vita, akkurát hvussu nógv kviksilvur er í kroppinum við einari einfaldari hárroynd.

 

Í skjótt 35 ár hava fleiri enn tvey túsund føroyingar luttikið í kanningum, har granskarar hava lýst sambandið millum kviksilvur og ymisk heilsufyribrigdi. Úrslitini hava millum annað víst, at bæði á 7 og 14 ára aldri sæst týðiligt samband millum kviksilvurmongdina í móðurlívi og ymiskar andsførleikar, til dømis mál, minni, reaktionstíð og rúmsans. Eisini sæst størri vandi fyri høgum blóðtrýsti og æðrakálking hjá fólki við nógvum kviksilvuri í kroppinum. Grundað á kanningarnar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu tey seinastu áratíggjuni, varð tilmæli gjørt í 2008, sum mælti føroyingum frá at eta grindahval yvirhøvur. Tilmælið var grundað á sera høgu nøgdirnar av kviksilvuri og øðrum skaðiligum evnum í grindahvali.

 

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur nú ognað sær eitt kanningartól, ið mátar innihaldið av kviksilvuri í kroppinum. Í hesum sambandi bjóða vit øllum føroyingum ókeypis at kanna, hvussu nógv kviksilvur er í kroppinum við eini hárroynd. Soleiðis kann ein sjálvur fáa mátað innihaldið av kviksilvuri, og harvið ber til at broyta støðuna, um virðini eru omanfyri ásetta markvirðið.

 

Tað einasta, ið krevst, er at senda ein hárlokk, p-tal og teldubústað til Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Postgjaldið verður goldið av móttakara, og tí er ikki neyðugt við frímerki.  Á heimasíðuni undir Kviksilvurhár fæst kunning um, hvussu farast skal fram. 

 US EPA (Environmental Protection Agency), ið er tann amerikanski umhvørvismynduleikin, hevur sett markvirði á 1,0 µg/g fyri kviksilvur í hári. Skulu vit halda okkum undir hetta mark, eiga vit ikki at inntaka meira enn 0,1 µg av kviksilvuri um dagin fyri hvørt kilo í kropsvekt. Markvirðið á 1,0 µg/g er millum annað sett grundað á granskingarúrslit, ið vit hava frá kyksilvurkanningunum í Føroyum.

 

Høvuðskeldan til kviksilvur í føroyingum er grind. Etur ein minni av grind, minkar nøgdin av kviksilvuri í blóðnum skjótt, og síðani eisini í hárinum. Liggur ein omanfyri markvirðið, ber tí væl til at koma niðurum aftur. Máta vit hægri enn 1 mg/g í hárinum, og velur ein at broyta kostin og eta minni av grind, er ein vælkomin at senda okkum ein nýggjan hárlokk, tá ið í minsta lagið tríggir mánaðir eru farnir. Soleiðis kunnu vit ávísa, at kviksilvurið í kroppinum minkar.

 

bottom of page