top of page
Kviksilvurkanningar 14 ár

Menningarárin av kviksilvuri í móðurlívi

(Neurobeahvioral Effects of Intrauterine Mercury Exposure)

 

 

Longu í 1977 ávaraðu føroyskir myndugleikar fólk ímóti at eta ov nógva grind vegna høga kviksilvurinnihaldið. Ein serfrøðinganevnd, sett av FAO/WHO, hevði árið fyri mælt frá, at vaksin fólk ótu meira enn 300 mikrogram av kviksilvuri um vikuna. Grindatvøst innihelt um tað mundið í summum royndum heilt upp í 3 mikrogram/gram (ppm) av kviksilvuri. Hetta hevði so við sær, at tað sambært hesum serfrøðingum bert var ráðiligt at eta 100 gram av tvøsti um vikuna. Tað var so lítið, at ein hópur av føroyingum í veruleikanum mundu eta munandi meir enn tilmælt. Lesa vit grundgevingarnar hjá serfrøðingunum fyri hesum tilmæli nærri, síggja vit, at tað serliga eru eitringarvanlukkur í Japan og Irak, sum eru støðið undir hesum metingum. Í samband við hesar vanlukkur kom tað fram, at fosturheilin er serliga viðkvæmur fyri kviksilvurárini.

 

Í einari útróðrabygd Minemata í Japan er ein kemisk verksmiðja, sum í byrjanini av fimtiárunum lat kviksilvurdálkað vatn út í ánna, sum rennur oman gjøgnum bygdina og út á sjógv, har fiskimenn plagdu at seta gørnini. Fiskurin har umleiðir varð soleiðis dálkaður við lívrunnum kviksilvuri og nógv hundrað fólk í bygdini eitrað, tá tey ótu útróðrafiskin. Summi fingu deyðamein, onnur varandi skaða á nervalagið og uppaftur onnur trupulleikar við nervalagnum, sum seinni svunnu burtur aftur. Tað var her granskarar løgdu merki til, at frískar og púra óávirkaðar mammur fingu sjúk børn. Børn sum høvdu spastisk lammilsir v.m.

 

Í byrjanini av sjeytiárunum var hungursneyð í einum parti av Irak. Tað hevði við sær, at fólk av misgáum ótu korn, sum vóru viðgjørd við einari metylkviksilvursambinding fyri at verja tey móti soppavøkstri. Hetta korn var ætlað til sá og ikki til breyð. Aftur her gjørdust nógv sjúk, og aftur her tóktist tað, sum tey óføddu toldu minst.

Heimsheilsustovnurin hevur síðani 1976 fleiri ferðir endurskoðað síni tilmæli - seinast í 1990 - har sagt verður, at ein varislig tolking av royndum úr Irak sýnir, at 10-20 ppm í hári ella umleið 40-80 mikrogram/litur í blóði er tað markið, har fyrstu árinini á fostrið er væntandi. Hetta mark er so lágt, at fólk í nógvum samfeløgum runt um í heiminum eru yvir hesum marki. Nevnast kunnu støð sum Grønland, har kviksilvurkeldan er kópur, hvalur og roysningur; Madeira, har tey veiða og eta eitt kviksilvurfongt fiskaslag, tey rópa espada; Seychellurnar, har tunfiskur er megingrundin. Á New Zealandi er tað hávur, sum ber teimum kviksilvuri (og fyrr í tíðini eisini grindahvalur). Eisini tað velduga Amazonlandið hevur í dag alstórar trupulleikar av, at fólkið, sum livur av fiski úr ánni, nú fær kviksilvureitraðan fisk, tí gullgravarar brúka stóra nøgdir av kviksilvuri at at útvinna gull við.

 

WHO mælti tí til, at gjørdar vórðu nágreiniligar epidemilogiskar kanningar av, um kviksilvur undir 20 ppm í hári á nakran hátt skaðar fostrið. Tað er tó ikki eitt og hvørt samfelag, ið kann gera slíkar kanningar, tí tað krevur góð og stabil viðurskifti, góðar almennar skráir, góða heilsustøðu hjá fólki og lítið misbrúk av rúsevnum, so sum alkohol. Undirritaði og Philippe Grandjean, professari á umhvørvismedicinsku deildini á Odense Universiteti, settu okkum miðskeiðis í áttatiárunum fyri at kanna hesi viðurskifti nærri og gjørdu síðani í Føroyum ta størstu epidemiologisku kanningina viðvíkjandi kviksilvurárin á fostur, sum enn er gjørd.

 

Í 1986/87 játtaðu 1023 mammur at luttaka í rannsóknararbeiðinum. Kviksilvurnøgdin í móðurlívi varð mett út frá kviksilvurinum í nalvasnórsblóði og í hárinum hjá mammunum, tá tær komu inn at eiga. Børnini vórðu síðani fylgd, til beint áðrenn tey fóru í skúla, tá tey vórðu nágreiniliga kannaði við so viðkvæmum kanningarháttum, sum bar til at finna: 1) Ein barnaneurologisk kanning varð gjørd í samstarvi við Universitetsjúkrahúsið í Odense. 2) Umfatandi psykologisk kanning varð gjørd í samstarv við Boston Universitet. 3) Neurofysiologiskar kanningar vórðu gjørdar í samstarv við Tokyo Universitet. 4) Hoyrnina kannaði oyrnadeildin á Landssjúkra-húsinum. Kanningin av hvørjum barni tók umleið 5 tímar og fór fram á teimum trimum sjúkrahúsunum. Tey, sum vóru flutt til Danmarkar, vóru kannaði á sjúkrahúsinum í Odense og á Ríkissjúkrahúsinum. Tað eydnaðist at fáa heili 90% av teimum, sum upprunaliga høvdu sagt ja, kannaði á hendan hátt.

 

Kviksilvurnøgdin í nalvasnórsblóði var í miðal (medianur) 24,2 mikrogram/litur; 25% høvdu meira enn 40 mirkogram/l í nalvasnórsblóði. Mediana virðið í hári var 4,5 mikrogram/gram og 13% yvir 10 mikrogram/gram. Hetta eru virði,sum eru einar 10-20 ferðir hægri enn tey vit síggja í eitt nú Danmark. Kviksivlurnøgdin vísti seg at hava samband við, hvussu nógvar grindadøgurðar fólk søgdu seg eta um mánaðin og í nógv minni mun við fiskadøgurðar. Selen í blóði var ikki serliga høgt og blýggj var lágt.

 

Heilsustøðan hjá børnunum var sum heild góð. Vit funnu einki barn, har illgruni var um at kviksilvur hevði givið ávísiligt brek. Tann hagtalsliga viðgerðin sýndi tó nakrar samanhangir soleiðis at skilja, at tá øll hesi 1000 børnini vóru viðgjørd undir einum, bar til at síggja, at ávísur førleiki mentist ella viknaði við vaksandi kviksilvuri.

 

Statistisku analysurnar av barnalæknakanningunum og neurofysiologisku kanning-unum vístu einki greitt negativt árin av kviksilvuri. Hinvegin sást samband millum kviksilvur og fleri psykologisk meginumráði, so sum mál, árvakni, minni, rørslu- og rúmsans. Hetta merkir ikki, at børnini í Føroyum eru minni gløgg enn børn í øðrum londum, men bert at kviksilvurið í móðurlívið tykist at virka negativt á andsevni teirra við 7 árs aldur. Ella sagt á annan hátt, um kviksilvur ikki var, høvdu tey klárað ymsu uppgávurnar enn betur.

 

Eftir kanningarúrslitunum úr Føroyum at døma, sær út til, at markið har kviksilvur er óskaðiligt, og sum WHO upprunaliga setti til at verða ímillum 10-20 ppm í hári, í veruleikanum er væl lægri. Í hvussu so er undir 10 ppm og helst undir 5 ppm við. Eru hesi úrslit røtt, verða heilsu- og umhvørvismyndugleikar í nógvum londum noyddir at áseta nýggj virði fyri mat og umhvørvi. Nýggj virði fyri hvussu nógv er loyvt at lata út í skorsteinum á t.d. kolfýrdum elverkum og nýggj virði fyri, hvussu nógv er ráðiligt at eta av t.d. tunfiski.

 

Tað er ikki bert kviksilvur, sum er ein dálkingartrupulleiki. Evnishópurin, sum vit rópa POPir (Persistent Organic Pollutants) er í stóran mun manngjørdur og latin út í náttúruna aftaná annan veraldarbardaga. Her eru evinir sum DDT og PCB (Poly Cloreraði Biphenylir). Tey eru nú spjadd víða í verðinshøvunum og samla seg serliga í fitivevnaðin á djórum ovarlaga í føðiketuni, so sum grindahvali og kópi.

 

Í samband við kviksilvurkanningarnar hava vit eisini kannað innihaldið av nøkrum av hesum evnum. Innihaldið av PCB er uml. 2 ppm í feitti úr móðurmjólk hjá føroyskum mammum. Hetta er á leið tað sama, sum vit síggja hjá grønlendingum og øðrum inuittum, sum liva av súgdjórum úr havinum. Hinvegin er hetta eini fimm til tíggju ferðirnar hægri, enn vit síggja í øðrum londum, har fólkið ikki livir av havsúgdjórum.

 

Umframt at kunna ávirka nervalagið er eisini er illgruni um, at PCBir kunnu virka sum fremmand kynshormon, t.d. sum østgrogen. Við tað at sákvaliteturin hjá monnum í vesturheiminum tykist at minka, eru ymsar teoriir frammi um hví so er. Millum hesar eisini tann, at hetta kann hava samband við dálkingarevni sum t.d. PCB’ir. Vegna henda illgruna er neyðugt at fylgja væl við í kropsbúningini hjá børnum, sum hava verið fyri hesi dálking í fosturtilveruni.

 

Heilsukanning við 14 ára aldur.

Við tað, at vit ávístu árin á miðnervalagið, tá børnini vóru 7 ára gomul, og eisini at blóðtrýstið hevði samband við kviksilvurnøgdina í móðurlívi, er ætlanin at endurtaka kanningarnar við 14 ára aldur. Kanningarháttirnir eru teir somu, sum teir vóru við 7 árs aldur, men nú fara vit harumframt eisini at leggja okkum eftir at meta um, hvørt likamsbúningin hjá barninum hevur nakað samband við dálkandi evni.

 

Um so er, at PCB ella onnur organoklorin kunnu virka sum hormonir, ber væl til at hugsa sær, at hetta kann loypa ólag á likamsbúningina, serliga kynsbúningina. Í barnalækna-kanningini verður tí, umframt at meta um nervalagið, eisini roynt at meta um, hvussu langt barnið er komið í pubertetinum. Hetta kann gerast við kliniskari kanning av barnalæknanum og við at taka blóðroynd og urinroynd til tess at máta ymsu horminini frá hypofysu, skjaldbrúskkertli og kynskertlum. Blóðroyndin verður eisini kannað fyri lívrunnin dálkingarevni, so sum PCB, DTT, dieldrin og HCB. Hárið verður kannað fyri kviksilvur.

 

Kanningarnar til tess at vita, hvussu miðnervalagið starvar, eru í høvuðsheitinum tær somu sum við 7 árs aldur. Tær eru:

  1. Sálarfrøðiligar kanningar, bæði gjørdar av sálarfrøðingi og uppgávur, settar av einum telduforriti.

  2. Neurofysiologisku kanningarnar (evoked potentials), sum kunnu ávísa, hvussu skjótt ljós ella ljóðárin ferðast gjøgnum heilan. Harumframt verður sjónin og hoyrnin kannað.

     

Eftir ætlan verður helvtin av øllum børnunum kannað í vár og hin helvtin komandi ár. Vit hava góðar vónir um pening frá National Institut of Health í USA og ætla at byrja kanningararbeiðið fyrst í apríl í ár.

bottom of page