top of page
Maria_Petersen.jpeg
Maria Skaalum Petersen nýggjur leiðari í Depilinum fyri Heilsu- og Almannagransking
Fróðskaparsetur Føroya (FF), Landssjúkrahúsið (LS) og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA) undirskrivaðu í 2014 samstarvsavtalur. Avtalurnar hava millum annað til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Tá Sjúkrakassaskipanin varð avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn, nevndur Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum.

Ein partur av samstarvinum millum omanfyri standandi stovnar er Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking sum byrjaði sítt virksemið í 2016.

Verulig ferð er nú komin á heilsugransking í Føroyum, og í 2018 komu ímillum 70-80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá hesum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Depilin hýsir í dag fleiri PhD-verkætlanum. Eisini eru føroysku heilsugranskararnir í størri mun enn áður høvuðsgranskarar á teimum verkætlanum, sum verða gjøgnumførdar, og fjølbroytni á evnum og granskingarhættum er nógv størri.

Magni Mohr, dekanur og professari á Fróðskapararsetrinum, sum hevur verið leiðari í Deplinum seinastu trý árini, leggur frá sær og verður nú partur av stýrisbólkinum. ”Depilin er ein platformur fyri allar heilsugranskarar í Føroyum, og menningin innan heilsugranskingarøkið hevur verið ómetaliga stór síðan Depilin var stovnsettur, sigur Magni Mohr, sum nú handar stafettina víðari til Mariu Skaalum Petersen. Maria er lektari á Fróðskaparsetrinum og royndur granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu. Hon hevur sitið í stýrinum seinastu tvey árini og verður nú nýggjur leiðari. ”Eg gleði meg at menna Deplinin longur framm á leið, soleiðis at virksemið kann økjast og heilsugransking kann gerast meira sjónlig og avgerandi í samfelagnum”, sigur Maria Skaalum Petersen.

Í stýrinum fyri Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking” sita Kasper Kyhl (LS), Pál Weihe (DfAA), Sigurð í Jákupsstovu (FF) og nú eisini Magni Mohr (FF).
bottom of page