top of page
PCB í føroyskum børnum fær vaksinatiónsverjuna at vikna
PCB í føroyskum børnum fær vaksinatiónsverjuna at vikna Kanningar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu týða uppá, at umhvørviseitur, so um PCB, kunnu tálma virknið í immunskipanini hjá børnum. Hetta stendur í eini grein, sum verður almannakunngjørd í dag, týsdagin 22. august, í tíðarritinum Public Library of Science Medicine. Kanningarúrslitini eru grundað á kanningar av børnum, fødd í 1994 og 1995, og sum eru vorðin kannað regluliga, heilt frá nýføðingum, og nú seinast sum tíggju ára gomul. Hetta kanningarúrslitið vísir, at PCB minkar um tey andevni, sum ætlanin er, at vaksinatiónin skal elva til. Tá børnini vóru 18 mðr. gomul, var ein týðilig minking í andevnisnøgdini í blóðinum, jú hægri PCB í blóðinum var. Her var talan um andevni fyri difteritis. 7 ára gomul vístu andevni móti stívkrampa tað sama, nevniliga minkandi mongd av andevnum, jú hægri útsetilsið fyri PCB hevði verið í móðurlívi. Kanningin er grundað á rættiliga fá børn, 129 í tali. Til tess at fáa størri vissu fyri, at úrslitini eru eftirfarandi, er ein nýggj verkætlan í gongd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har ið andevnini og dálkingarevnini verða kannað hjá á leið 600 børnum um 5 ára aldur. Úrslit frá hesi kanning er tó enn ikki til skjals. Um tað vísir seg, at niðurstøðurnar í kanningini eru eftirfarandi, kann tað hava týdning fyri immunverjuna sum heild hjá børnum. Í nógvum samfeløgum, serliga umkring Norðurpólin, er útsetilsið fyri PCB og onnur lívrunnin eiturevni stórt. Hetta merkir, at sjálvt um tálmingin av immunskipanini er lítil, kann árinið á fólkaheilsuna samanumtikið verða stórt. Granskingararbeiðið er fíggjað við peningi frá amerikanska National Institut for Environmental Health Sciences, The US Environmental Protection Agency, Læknavísindaliga Granskingarráðnum í Danmark og Danska Umhvørvisstýrinum. Granskingarverkætlanin er farin fram í einum samstarvi við Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, Syddansk Universitet, Harvard School of Public Health og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Vinarliga Pál Weihe
yvirlækni
bottom of page