top of page
Stór luttøka í kanningini av myrkatalinum
Kanningin av myrkatalinum byrjaði mánadagin. Starvsfólk á Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu hava arbeitt í døgndrift seinastu vikuna við at fáa avtalur í lag við øll tey, sum ynskja at luttaka. Vit eru enn í holt við at gera seinastu avtalurnar við fólk, t.d til blóðroyndartøku í Suðuroy og Eysturoy í vikuskiftinum.

Í dag, hósdag, verða blóðroyndir tiknar í Klaksvík, Vágunum, Strondum, Vestmanna og í Havn. Í gjár vórðu blóðroyndir tiknar á Sandi. Hettar hevði ikki verið møguligt uttan hjálp frá dugnaligum bioanalytikarum, sum taka hesar royndir fyri okkum. Á myndini síggjast bioanalytikarar frá Klaksvíkar Sjúkrahúsið, klárar at fara í gongd. Tá dagurin í dag er liðugur, hava uml. 650 fólk í øllum aldri og úr øllum landinum latið eina blóðroynd. Vit hava avtalu við 350 persónar at taka blóðroyndir komandi dagarnir í Havn, Klaksvík, Strondum, Runavík og Suðuroy, og vit ringja enn runt at avtala við fólk, nær tey skulu møta.
So, tað kann ikki sigast annað enn at móttøkan hevur verið sera góð, og hetta eru vit sera takksom fyri.
Myrkatøl.jpg
bottom of page