top of page

Hósdagin 5. mars fer Turið Hammer at verja ph.d.-ritgerð sína um tarmbrunasjúkur í Føroyum.

Verkætlanin er stuðlal av Granskingarráðnum. Sí Stuðulsyvirlitið

Turið hevur verið innskrivað á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Københavns Universitet og hevur arbeitt á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Vegleiðarar hennara eru Elisabeth Lynge, professari á KU, Pál Weihe, professari og leiðari á Deildini fyri Arbeiðs og Almannaheilsu, og Pia Munkholm, professari á KU. 

Metingarnevndin til verjuna:
Rikke Lund, lektari, forkvinna 
Tina Kold Jensen, professari
Ola Olén, Dr. 

Verjan verður í stovu 5.2.46, Øster Farimagsgade 5, København

Sí uppslag her

Kelda: www.gransking.fo

Turið.bmp
Turið Hammer verjir ph.d á Universitetinum í Keypmannahavn
bottom of page