top of page
Mynd_kvinna.jpg
Maria Skaalum Petersen, granskari, hevur fingið játtað kr. 1.218.602 frá Velux Fonden

Maria Skaalum Petersen, granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya, hevur fingið játtað kr. 1.218.602 frá Velux Fonden til verkætlanina:

 

Nýtsla av heilivági hjá teimum elstu eldri borgarunum (90+) í Føroyum 

 

Endamálið við verkætlanini er millum annað, at gera heilivágsgjøgnumgongd, og at kanna teirra vitan um egnan heilivág, og gjøgnum samrøður við tey gomlu og avvarðandi fáa innlit í teirra royndir og ávirkan á egnan heilivág. Talan er um eina tvey ára verkætlan, sum fer í gongd so skjótt loyvir eru uppá pláss, og tá tað er ráðiligt, orsaka av korona.

 

Verkætlanin verður gjørd sum samstarv millum Sjúkrahúsverk Føroya, Fróðskaparsetrið, Landsapotekaran, Landsfelag Pensjónista, kommunusamstørvini, Kommunulæknafelagið, Heilsumálaráðið umframt professara Kaare Christensen frá Syddansk Universitet.

Meira kann lesast um verkætlanina her:

 

https://veluxfoundations.dk/da/content/forskningsprojekter-saetter-den-aeldre-medicinske-patient-i-centrum

bottom of page