top of page
Granskingarverkætlan um demens/Alzheimers sjúku
Ein granskingarverkætlan innan demens/Alzheimers sjúku er júst farin av bakkastokki í Føroyum. Endamálið við verkætlanini er at finna genetiskar og/ella umhvørvis orsøkir, sum, saman ella hvør sær, kunnu ávirka vandan fyri at fáa /demens/Alzheimer’s sjúku. Í dag er eingin viðgerð tøk at grøða sjúkuna. Tí er stórur tørvur á at fáa meira vitan um demens, at skapa eina betri fatan av sjúkuni og menna viðgerð, sum kann seinka, steðga ella enntá fyribyrgja menning av sjúkuni.
Vit bjóða persónum, sum hava fingið staðfest demens/Alzheimers sjúku, og har illgruni er um demens/Alzheimers, at luttaka. Harumframt ynskja vit, serliga í teimum førum har fleiri tilburðir av demens eru í familjuni, at bjóða familjulimum at luttaka. Her hugsa vit serliga um systkin, børn, foreldur, makar, men eisini í summum førum familju longri burtur, t.d. systkinabørn (sí Luttakarakunning longri niðri).
Brøv verða send so við og við teir næstu mánaðirnar, men um tit ynskja at luttaka í hesi granskingarverkætlan, ber eisini til at seta seg í samband við meg, Mariu Skaalum Petersen, granskara, sum standi á odda fyri hesi verkætlan, á tlf. 216695 ella á maria@health.fo, har vit kunnu avtala nærri, hvussu farast skal fram. Eisini eru tit vælkomin at ringja og spyrja meira til kanningina.
Verkætlanin er eitt samstarv millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum, Nationalt Videnscenter for Demens, Rigshospitalet, Center for Applied Neurogenetics í Kanada og Ílegusavnið.
bottom of page